- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinasti framløgudagur

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10 fyrrapartin.
Sambært grein 54 í tingskipanini, skulu uppskot til løgtingslógir, sum skulu koma í gildi 1.januar, leggjast fram innan 5.november.
Eftir hetta krevjast undirskriftir frá 17 tingfólkum ella fleiri, um uppskot skulu leggjast fram
Á tingfundinum í dag fæst møguliga eisini at vita, um Framsókn tekur sítt uppskot aftur um at útseta kvotaskipanina til 1.januar 2020.
Tað uppskotið hevur elvt til nakað av rumbli í samgonguni, og løgmaður hevur sagt, at Framsókn skal taka uppskotið aftur.
Tekur Framsókn uppskotið aftur, kann tað kortini verða lagt fram aftur, tí sambært tingskipanini, so kunnu onnur tingfólk leggja málið framaftur.
