Føroyar fáa 160 milliónir burtur úr sáttmálanum

Føroyar fáa 160 milliónir burtur úr sáttmálanum
Samráðingar hava verið um nýggjan sáttmála millum Føroyar og Ísland, men higartil uttan úrslit
Føroyar eiga fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni.
 
02.11.2018 - 07:38

Fiskiveiðusáttmálin millum Føroyar og Ísland gevur Føroyum 160 milliónir krónur um árið.

Tað sigur íslendska fiskimálaráðið.

Men tað eisini er nógv vert hjá íslendingum at sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Jóhann Guðmundsson, skrivstovustjóri í íslendska vinnumálaráðnum, sum hevur fiskivinnuna, vónar, at føroyingar eisini vilja hava javnvág í sáttmálanum millum londini bæði.

Hann sigur við heimasíðuna fiskifréttir.is, at fæst ikki semja um nýggjan sáttmála, gerast bæði londini taparar.  

Íslendingar vilja broyta rammusáttmálan við Føroyar um fiskivinnusamstarv.

Einki úrslit higartil

Fundir hava verið millum londini, men higartil uttan úrslit.

Eingin nýggjur fundur er avtalaður.

Íslendingar vilja broyta sáttmálan, tí teir halda seg lata ov nógv afturfyri at sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Føroyar fáa fimm prosent av íslendsku heildarkvotuni av lodnu, tó í mesta lagi 25.000 tons.

Føroyar fáa eisini 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi.

Tað heldur íslendska fiskimálaráðið er alt ov nógv at lata fyri, at íslendsk skip sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859