Varastjóri settur í Sjúkrahúsverkinum

Varastjóri settur í Sjúkrahúsverkinum
Thomas Schiøler er settur í starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverki Føroya
Thomas Schiøler
 
01.11.2018 - 11:11

Thomas Schiøler er settur í starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverki Føroya.

Thomas Schiøler er 58 ára gamal.

Hann var útbúgvin serlækni í kliniskari biokemi í 1999, hevur OLAU I-III leiðsluútbúgving frá Lægeforeningen í Danmark og diplomútbúgving í leiðslu.

Thomas Schiøler hevur drúgvar royndir í læknayrkinum, bæði sum  kommunulækni og sum yvirlækni og leiðandi yvirlækni á donskum sjúkrahúsum.

Harafturat hevur Thomas Schiøler drúgvar royndir sum seniorgranskari á DSI, Dansk Sundheds Institut, sum skrivstovustjórií danska heilsustýrinum og sum yvirlækni í danska heilsustýrinum

Thomas Schiøler tekur við starvinum sum varastjóri við læknafakligari bakgrund tann 1. desember.

Fimm umsóknir

Fimm umsóknir vóru til starvið. 

Starvið varð lýst leyst tvær ferðir. Fyrru ferðin var bara ein umsókn.  

Nú er fimm umsóknir, bæði uttaneftir og úr Føroyum, sigur Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

Føroyska sjúkrahúsverkið umfatar tey trý sjúkrahúsini í Føroyum og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949