- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskirættindi longd við lóg eitt ár til 2027

Einasta lógarbroyting, sum kom úr Fiskimálaráðnum, áðrenn freistin fór at lata løgtinginum uppskot um lógir, sum skulu koma í gildi á nýggjárinum, var um at leingja galdandi fiskirættindi.
Sambært lógini um sjófeingi eru rættindini at fiska, sum vórðu latin 1.januar í ár, galdandi í átta ár, til 1.januar 2026.
Í lógini stendur eisini, at á hvørjum ári leggur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum uppskot fyri løgtingið um, at gildistíðin á rættindum skal leingjast eitt ár.
Tað verður nú gjørt.
Lógarbroytingin er, at rættindini verða galdandi til 1.januar 2027, tað er framvegis í átta ár.
Óvissa um kvoturnar
Umsitingarætlaninar, sum sigast vera á veg úr Fiskimálaráðnum, eru uppskot til samtyktar og tí bindur tíðarfreistin tey ikki.
Sambært lógini skulu trolarar og línuskip fáa kvotur í staðin fyri fiskidagar á nýggjárinum.
Men Framsókn, sum er í samgonguni, hevur lagt lógaruppskot fyri tingið um at útseta kvotuskipanina til 1.januar 2020.
Framsókn
Framsókn hevur tó lovað at tikið uppskotið aftur, um Høgni Hoydal sjálvur kemur við einum uppskoti um at leingja fiskidagaskipanina.
Men sama, hvat Framsókn ger, verður uppskotið liggjandi í løgtinginum.
Tí flokkar í andstøðuni hava sagt, at teir taka málið upp aftur, tekur Framsókn tað aftur.
