Bústaðarprísir vaksa skjótari enn inntøkur

Bústaðarprísir vaksa skjótari enn inntøkur
Bústaðarprísirnir vaksa skjótari enn inntøkurnar. Tað sæst í frágreiðing frá Landsbankanum.
 
29.10.2018 - 10:18

Í 2016 hækkaðu sethúsaprísirnir í Havn við 14 prosentum í mun til árið fyri, meðan tøka inntøkan vaks 5 prosent.

Í ár eru prísirnir higartil hækkaðir við 8 prosentum, meðan tøka inntøkan nærum er óbroytt.

Vøksturin í sethúsaprísum líkist tí undan fíggjarkreppuna  

Seinastu fimm árini er gongdin rættiliga meinlík teirri, ið var galdandi undan fíggjarkreppuni. Frá 2013 til í dag hevur vøksturin í sethúsaprísum og íbúðum verið umleið 35 prosent í Tórshavn og heili 50 prosent í nøkrum av størru bygdunum í meginøkinum. 

Í smærri bygdunum eru sethúsaprísirnir øktir við 17 prosentum, meðan gongdin í Sandoy og Suðuroy er tann øvugta. Her eru sethúsaprísirnir síðani 2013 lækkaðir við 17 prosentum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947