Framúrskarandi ár fyri milliardingar

Framúrskarandi ár fyri milliardingar
2017 var eitt framúrskarandi ár fyri heimsins milliardingar. Tað vísir ein uppgerð hjá bankanum UBS og grannskoðararisanum PriceWaterHouse Coopers
 
27.10.2018 - 19:11

Á botnlinjuni stendur, at ognirnar hjá milliardingunum í heiminum í fjør vuksu við tí, sum svarar til meira enn øll tann spanska bruttotjóðarúrtøkan. Milliardingarnir blivu also 9,2 billiónir ríkari í fjør. Til tey, sum kanska ivast, hvat ein billión er, so er tað ein millión milliónir, so tey ovurríku fingu sostatt 9,2 milliónir milliónir meira í sín pung í fjør.

Frágreiðingin vísir eisini, hvaðani alt hetta nýggja meirvirði hjá teimum ovurríku stavar.

M.a. hava 40 av teimum 179 nýggju milliardingunum, sum komu í fjør, arvaðu sítt ríkidømi. Og forsøgnin í frágreiðingini er, at meira enn 22,2 billiónir krónur fara at verða arvaðar á sama hátt næstu 20 árini.

Í heiminum eru tilsamans 2158 milliardingar. Teir flestu í USA. Men kinesarar eru við í dystinum nú - bara 16 milliardingar vóru í Kina fyri 12 árum síðani, nú eru 373, also er næstan fjórði hvør av heimsins milliardingum kinesari nú.

Í Føroyum hava vit helst bara ein milliarding. Tað er stjórin á Bakkafrosti, Regin Jacobsen. Hann liggur tó ikki í oddunum av heimsins 2158 milliardingum. Hósdagin keypti hann sær meira partabrøv í Bakkafrosti, og eftir kursvirðinum tann dagin, eru virðini á partabrøvunum hjá Regini Jacobsen verd nakað meira enn 1,6 milliard krónur. Og tað er altso bara fyri partabrøvini, og ikki tað, sum tey hava kastað av sær gjøgnum árini.

Og at tað eru kursirnir á partabrævamarknaðunum, sum gevur teimum ovurríku undanvind nú, stendur eisini í frágreiðingini hjá UBS og PriceWaterHouseCooper.

Har skriva tey, at tað er met, at hesir 2158 milliardingarnir blivu 20 prosent ríkari bara í fjør.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. februar
Norðurljóð 17.februar
187247
Mánadag 17. februar
Til lukku Eyðun & Atli
187881
Mánadag 17. februar
Morgunlestur mánadagur 17.februar 2025
186670
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762