Stórhøll byggjast við Stjórutjørn

Stórhøll byggjast við Stjórutjørn
Eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum í býráðnum í Tórshavnar kommunu um at byggja stórhøll í við Tórsbreyt fall býráðsfundinum hóskvøldið.
 
26.10.2018 - 10:39

Eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum í býráðnum í Tórshavnar kommunu um at byggja stórhøllina við Tórsbreyt og endan á R.C. Effersøesgøtu fall á býráðsfundinum í gjárkvøldið.

Stórhøllin verður bygd við Stórutjørn, samtykti meirilutin í býráðnum.

Tekniski stjórin, býararkitekturin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæltu til, at stórhøllin verður staðsett í økinum við Stórutjørn.

Men Fíggjarnevndin var ikki samd.

Haðani komu tvey tilmæli til býráðsfundin í gjárkvøldið.

Minnilutin, Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson, mælti til at byggja stórhøllina á Hálsi.

Meirilutin, Annika Olsen, Bergun Kass og Gunvør Balle, mælti til at byggja høllina við Stórutjørn.

Og tað varð samtykt á býráðsfundinum í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168