Ognarfelagið eykaaðalfund fríggjadagin

Ognarfelagið eykaaðalfund fríggjadagin
Í morgin skal eykaaðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakaranna velja nýggjan nevndarlim í Føroya størsta fíggingarsamtak, Betri.
 
25.10.2018 - 18:01

Ein tómur sessur er í nevndini, eftir at Teitur Poulsen fyri góðum mánaði síðani takkaði fyri seg sum mótmæli móti, at nýggi stjórin, Ben Arabo, varð koyrdur úr starvi sínum.

Teitur Poulsen var næstformaður í nevndini, tá hann legði frá sær, og Gunn Danielsen tók við tí uppgávuni eftir hann. 

Tað eru teir 35 umboðsráðslimirnir í Ognarfelagnum, sum er valt av tryggingartakarunum, ið velur nevndina í PF Betri. 

Endamálið hjá Ognarfelagnum er at umsita stóru ognirnar, og tað verður gjørt umvegis partafelagið Betri, sum er skipað sum eitt samtak við móðurfelagi og trimum dótturfeløgum, har eitt av hesum feløgum eisini eigur egið dótturfelag.

Eykaaðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakaranna verður seinnapartin í morgin klokkan fimm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168