Talið av ungum í viðgerð veksur

Talið av ungum í viðgerð veksur
seinastu árini eru nógv fleiri børn ávíst til kanningar og viðgerð á psykiatriska depilinum.
 
24.10.2018 - 10:14

Tá farið varð undir skipaða barna- og ungdómspsykiatri fyri nøkrum árum síðani, varð mett, at umleið 80 ávísingar fóru at verða um árið.

Men seinastu árini eru nógv fleiri børn ávíst til kanningar og viðgerð, okkurt ár tvær ferðir so nógv, ella 160.

Seinastu tvey árini hava verið umleið 130 ávísingar um kanning og viðgerð á Psykiatriska deplinum.

Tað upplýsir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í einum svari til Kristionnu Winther Poulsen í Javnaðarflokkinum, sum hevur spurt um málið.

Børn og ung verða bara innløgd í serligum førum, tá vandi er á ferð. 

Tað snýr seg serliga um ung, sum eru í vanda fyri at beina fyri sær, sum hava álvarsamt etingarólag og eru psykotisk.

Viðhvørt er tørvur á innlegging í longri tíð, tá tey ungu eru so illa fyri, at foreldrini ikki hava møguleika at taka sær av børnunum.

Sirið Stenberg sigur, at talið á teimum, sum fáa viðgerð á Psykiatriska deplinum, er vaksið seinastu árini.

Ikki er staðfest, hví hetta er gongdin, men ein partur av svarinum er, at størri opinleiki er í samfelagnum um sálarsjúkur. Tí taka fleiri ímóti tilboðnum um ávísing um viðgerð.

Eitt nú verða fleiri vaksin við ADHD nú ávíst til kanningar og sett í viðgerð.

At fólk, sum fyrr høvdu fastan bústað á Psykiatriska deplinum, nú hava fingið aðrar bústaðarmøguleikar, ger, at seingjardagatalið er nógv minkað.

Í 2014 høvdu til dømis 15 fólk við sálarligari sjúku fastan bústað á sjúkrahúsinum, men nú er eingin.

Talið á seingjardøgum á Psykiatriska deplinum í fjør var 7.214, ella 12,5 prosent av øllum seingjardøgum á øllum trimum sjúkrahúsunum tilsamans, sigur Sirið Stenberg í svarinum til Kristionnu Winther Poulsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949