- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjálvstýri hevur aðal- og landsfund ídag

Sjálvstýri hevur aðal- og landsfund ídag.
Fyrrapartin eru formligu viðurskiftini hjá flokkinum á skránni, eittnú góðkenning av roknskapinum. Eisini skal aðalfundurin gera eina broyting í viðtøkunum, soleiðis at roknskaparárið fylgir kalendara-árinum.
Klokkan eitt fer formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, at halda sína formansfrágreiðing fyri landsfundinum, og aftaná verður kjak um formansfrágreiðingina.
Formaðurin í Sjálvstýri skal veljast á hvørjum ári. Sambært viðtøkum floksins kann formaðurin bara veljast millum tingfólk floksins.
Greitt er tó, at Kári P. Højgaard ikki fer at bjóða Jógvani Skorheim av, og tí verður einki stríðsval á landsfundinum hjá Sjálvstýri hesaferð.
Fundurin verður hildin í Spinnarínum í Klaksvík.
