- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politistøðin í Havn verður dýrari enn væntað

Nýggja politistøðin í Havn verður dýrari enn upprunaliga væntað.
Ole Birk Olesen, danskur ráðharri í byggimálum, biður nú fíggjarnevndina hjá fólkatinginum um at hækka samlaðu játtanina til nýggju politistøðina, úr 108 milliónum upp í 138 milliónir krónur.
Av teimum 138 milliónunum eru umleið 42 milliónir fyri keypið av bygninginum í Húsagøtu.
Danska bygningsstyrelsen hevur havt umbyggingina í útboðið og tá avtornaði vórður tað einans tvey donsk feløg, ið vístu verkætlanini áhuga.
Boðini hjá báðum feløgunum vórðu hægri enn bygningsstyrelsen hevði mett kostnaðin at verða. Harafturat komu nakrar milliónir afturat samlaða kostnaðin, ið ikki var roknaður uppí frá byrjan av - millum annað fleiri parkeringspláss og eyka trygdartiltøk í húsinum.
Bygningsstyrelsen fór í samráðingar við bæði feløgini, ið bjóðaðu uppá arbeiðið og endin var, at danska felagið Ommen og Møller fekk arbeiðið.
Løgreglan í Føroyum flutti tíðliga í 2011 úr hølunum í Jónas Broncksgøtu til hølini Yviri við Strond, tí blámusoppur var staðfestur í hølunum í Jónas Broncksgøtu.
