Ókeypis koppseting fyri meslingum

Ókeypis koppseting fyri meslingum
Nú skal tað verða ókeypis fyri vaksin at koppsetast fyri meslingar, um tey ikki longu eru mótstøðufør.
 
19.10.2018 - 11:48

Tað hevur Heilsumálaráðið avgjørt, eftir at landslæknin fyrr í ár mælti til at bjóða vaksnum føroyingum koppseting ókeypis, tí meslingar aftur eru farnir at ganga, serliga í Suðureuropa.

Nú hevur Heilsumálaráðið sent málið til hoyringar, og tilboðið er til fólk, sum hava fylt 18 ár, og sum eru fødd í 1974 ella seinni, og sum ikki annaðhvørt hava havt meslingar ella eru koppsett.

Koppsetingin verður givin sum ein MFR-koppseting. 

Lars Møller, landslækni segði herfyri við útvarpið, at hann mælir øllum, sum ikki hava havt meslingar ella longu eru koppsett, til at lata seg koppseta, um fara tey av landinum.

Samstundis varð ein vegleiðing um meslingar løgd á heimasíðuna hjá landslæknanum.

Har stendur, at 17000 fleiri tilburðir av meslingum hava verið fyrra hálvár í ár, samanborið við alt árið í fjør. Serliga er tað í Rumenia, Grikkalandi, Fraklandi, Italia, Ukraina og Russlandi, at nógvir tilburðir hava verið, og WHO hevur boðað frá, at tíggjutals fólk eru deyð av sjúkuni.

Tí mælir landslæknum til, at øll, sum ikki eru mótstøðufør og fara at ferðast út um Føroyar og Danmark, lata seg koppseta við MFR-koppingarevninum.

Hoyringarfreistin um ókeypis koppsetingartilboðið er síðst í hesum mánaðinum, og broytir hoyringin einki, so kunnu fólk fáa ókeypis meslingakoppseting dagin eftir, at kunngerðin er lýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949