Heildarkvotan fyri tosk í Barentshavinum minkað

Heildarkvotan fyri tosk í Barentshavinum minkað
Norra og Russland eru komin ásamt um, at heildarkvotan í Barentshavinum skal verða 725.000 tons í 2019.
 
18.10.2018 - 09:42

Heildarkvotan fyri tosk í Barentshavinum er nú ásett at verða 725.000 tons 2019. Tað eru Norra og Russland komin ásamt um í samráðingum.

Tað er ein lækking upp á 50.000 tons í mun til árið í ár, tá toskakvotan varð ásett at verða 775.000 tons.

ICES hevði annars mælt til eina lækking á 100.000 tons, og at toskakvotan ikki skuldi verða hægri enn 675.000 tons.

Heildarkvotan fyri hýsuna varð ásett at verða 172.000 tons fyri 2019. Tað er eisini ein lækking á 30.000 tons í mun til árið í ár, tá kvotan var 202.000 tons.

ICES mælti eisini til at hýsukvotan lækkaði meir - tilmælið frá ICES var, at hýsukvotan skuldi verða 150.000 tons. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856