Uppsjóvarreiðaríini í Danmark taka ikki ábyrgd

Uppsjóvarreiðaríini í Danmark taka ikki ábyrgd
Danski fiskimálaráðharrin hartar felagið hjá uppsjóvarvinnuna fyri at renna undan ábyrgd í enn einum máli um ábreiðslur frá Ríkisgrannskoðanini.
Danski fiskimálaráðharrin, Eva Kjer Hansen.
 
17.10.2018 - 17:18

Danski fiskimálaráðharrin hartar í dag felagið hjá donsku uppsjóvarvinnuna fyri at renna undan ábyrgd í enn einum máli um álvarsligar ábreiðslurnar frá Ríkisgrannskoðanini.

Eva Kjer Hansen, fiskimálaráðharri sigur við Berlingske Tidende, at hon er ovfarin um, at stjórin í uppsjóvarfelagnum sigur, at trupulleikarnir einki hevur við uppsjóvarreiðaríini at gera.

Ríkisgrannskoðanin hevur víst á, at umsitingin av fiskivinnuøkinum hevur verið so ónøktandi, at illgruni er um, at svik er farið fram í eini røð av málum um studning. Fimm persónar eru meldaðir til løgregluna í kjalarvørrinum á ábreiðslunum frá grannskoðanini.

- Tað er, sum fiskivinnan ikki hevur skilt, hvussu atfinningarsom frágreiðingin er, og hvussu stórur trupulleikin er, sum vit standa í, sigur hon við blaðið.

Samstundis finst hon eisini at øðrum feløgum í fiskivinnuni, m.a. Danmarkar Fiskivinnufelag. Ráðharrin sigur beint fram, at best man vera hjá vinnuni at taka atfinningarnar til sín og arbeiða meira við at byggja álitið upp aftur í almenninginum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835