- Tíðindi, mentan og ítróttur
Møguliga hvítvaskað yvir eina milliard
Svenska bakmanspolitiið hevur almannakunngjørt, at skjøl eru fingin til vega, sum geva illgruna um, at peningastovnurin Nordea møguliga hevur hvítvaskað pengar.
Ein frágreiðing, sum Danmarks Radio hevur fingið hendur á, vísir, at talan møguliga er um hvíttan av pengum fyri yvir eina milliard krónur.
Myndugleikar í bæði Svøríki, Norra og Danmark hava fingið fráboðanir um møguliga hvíttan av pengum í Nordea. Tað er bretski vinnulívsmaðurin, William Bowder, sum hevur givið fráboðanirnar. Tað var eisini hann, sum gjørdi vart við, at Danske Bank hvíttaði pengar.
Svenska bakmanspolitiið váttar, at tey hava fingið fráboðan um Nordea. DR sigur seg hava skjøl, sum vátta, at danskir og norskir myndugleikar í gjár fiingu fráboðan um Nordea, men hetta kann danska bakmanspolitiið tó ikki vátta.
Frágreiðingin, sum DR nevnir, vísir illgrunasamar flytingar fyri umleið 1,1 milliardir krónur til kontur í deildum hjá Nordea í Svøríki, Finlandi, Danmark og Norra. Og flytingarnar hava eisini samband við málið um Danske Bank.
Málið um peningahvíttanina í Danske Bank fevndi um yvir túsund milliardir, men tað málið fevndi um flytingar í Estlandi.
Hesa ferð er talan um flytingar í Norðurlondum, og í norðurlendskum høpi er talan um eitt stórt mál, sigur Jakob Dedenroth Bernhoft, stjóri í revisorjura.dk og serfrøðingur í peningahvíttan.
Nordea hevur áður fingið bót fyri at hava ov lítið eftirlit við peningahvíttan.