Macron ger broytingar í stjórnini

Macron ger broytingar í stjórnini
Franski forsetin boðaði í gjár frá umfatandi broytingum í fronsku stjórnini. Fýra nýggir ráðharrar eru útnevndir.
 
17.10.2018 - 10:15

Franska stjórnin stríðist við at finna stevið, og í gjár boðaði Emmanuel Macron, forseti, frá umfatandi broytingum í stjórnini - ikki færri enn fýra nýggir ráðharrar eru útnevndir.

Fyrr í mánaðinum legði Gerard Collomb frá sær sum innanríkisráðharri. Sambært eygleiðarum varð hetta gjørt eftir fleiri samanbrestir við forsetan, hóast almenna frágreiðingin var, at hann skal royna at gerast borgarstjóri í heimbýnum Lyon.

Síðani hevur verið bíðað eftir. at nýtt fólk varð valt í hansara stað.

Í gjár boðaði Emmanuel Macron, forseti, frá eini størri broyting í stjórnini.

Umframt at seta nýggjan innanríkisráðharra eru mentamálaráðharrin og landbúnaðarmálaráðharrin koyrdir til hús, og nýtt fólk er sett í teirra stað. Harumframt er ein fjórði ráðharri eisini koyrdur til hús.

Franska stjórnin stendur seg sera illa í veljarakanningunum, og forsetin er illa lýddur millum fraklendingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947