Fíggjareftirlitið góðkendi ikki nýggja stjóran

Fíggjareftirlitið góðkendi ikki nýggja stjóran
Danska Fíggjareftirlitið noktar at góðkenna nýggja uppskotið til stjóra í Danske Bank.
 
17.10.2018 - 10:33

Ætlanin var annars, at Jacob Aarup-Andersen skuldi gerast nýggjur stjóri, men nú upplýsir Danske Bank í tíðindaskrivi, at Fíggjareftirlitið noktar at góðkenna hann. Orsøkin er, at hann hevur ov lítlar royndir.

- Fíggjareftirlitið hevur fyribils mett, at tey halda hann vera væl skikkaðan á nógvum økjum, men meta at tørvur er á longri royndum, m.a. á nøkrum av handilsøkjunum hjá Danske Bank, skrivar bankin í tíðindaskrivinum.

Nevndarformaðurin, Ole Andersen, sigur, at nevndin tekur støðuna hjá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar. 

Nevndin er í samráðingum við aðrar møguligar umsøkjarar til starvið og fer at halda fram at leita eftir tí best skikkaða til starvið, sigur Ole Andersen.

Danske Bank skal hava nýggjan stjóra, eftir at Thomas Borgen herfyri legði frá sær eftir gøluna um peningahvíttan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946