Metnógvar fráboðanir til Fíggjareftirlitið

Metnógvar fráboðanir til Fíggjareftirlitið
Talið á fráboðanum til danska Fíggjareftirlitið um ivasom viðurskifti í peningastovnum setti met í fjør.
 
06.10.2018 - 18:28

Fíggjareftirlitið fekk tilsamans 107 fráboðanir í fjør, og higartil í ár er talið longu komið upp á 88. Væntandi kemur talið upp í móti 120 fráboðanum í ár, skriva danskir miðlar. 

Fráboðanir snúgva seg um illgruna um millum annað skattasvik, hvíttan av pengum, illgrunasamar flytingar og onnur ólóglig viðurskifti.

Fráboðanirnar eru komar gjøgnum serligu varskógvaraskipanina, ta sonevndu whistleblowerskipanina, sum varð sett í verk í 2013. Gjøgnum hesa skipanina kunnu starvsfólk og viðskiftafólk venda sær dulnevnt til Fíggjareftirlitið og boða frá, um tey hava illgruna um okkurt óregluligt.

Fíggjareftirlitið sigur, at orsøkin til at talið á fráboðanum setir met, er at alsamt fleiri kenna skipanina.

Hesum er felagið hjá starvsfólkunum í bankaheiminum, Finansforbundet, samt í. Metið stendst neyvan av meira óreglusemi, men heldur tí at skipanin er meira kend, og at tað er meira legitimt at brúka varskógvaraskipanina, sigur Michael Budolfsen, næstformaður í Finansforbundet.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369