- Tíðindi, mentan og ítróttur
Iran hóttir nú ES
Iranski uttanríkisráðharrin, Mohamad Javad Zarif, ávarar nú um, at Iran møguliga fer at ríka meira uran, um ES framhaldandi einki ger við støðuna, nú USA hevur tikið seg burtur úr kjarnorkuavtaluni við Iran.
- Evropa og hini, sum hava undirskrivað, mugu handla fyri at svara aftur revsitiltøkunum hjá USA, sigur Zarif við týska blaðið Der Spiegel.
USA hóttir
USA hevur sett handilstiltøk í verk móti stýrinum í Iran. Samstundis hevur USA hótt fyritøkur í øðrum londum, sum handla við Iran, um at tær ikki sleppa at selja vørur til amerikanska marknaðin. Fleiri fyritøkur, - eisini danskar, eru eftir hetta, givnar at selja til Iran, skrivar DPA.
Zarif ávarar um, at Iran fer at svara aftur, um javnvágin við at geva og taka fer av lagi. Tað merkir ikki beinleiðis, at Iran fer burturúr kjarnorkuavtaluni. Men tað kann ávirka, hvussu og hvussu skjótt avtalan verður útint.
Zarif spyr, nær ES æltar at halda sín part av avtaluni og liva upp til hana. Zaris vísur samstundis aftur, at Iran vil hava beinleiðis samráðingar við amerikanska forsetan, Donald Trump.
Umframt USA, skrivaðu Bretland, Frakland, Týskland, ES, Russland og Kina undir avtaluna við Iran í 2015.
Í avtaluni stendur, at Iran skal framleiða minni av ríkaðum uran, sum verður brúkt til at framleiða kjarnorkubumbur.
Afturfyri skulu altjóða búskaparlig revsitiltøk móti Iran strikast, skrivar Ritzau.