Nýggjur fíggarmálaráðharri í Grønlandi

Nýggjur fíggarmálaráðharri í Grønlandi
Vittus Qujaukitsoq verður nýggjur landsstýrismaður í Grønlandi, eftir at samgonguflokkurin Partii Naleraq sleit samstarvið við samgonguna.
 
11.09.2018 - 10:20

Vittus Qujaukitsoq er formaður í Nunatta Qitornai, sum frammanundan er í samgonguni, og hann heldur eisini fram sum landsstýrismaður í ráevnum, arbeiðsmarknaði, innanlandsviðurskiftum og í norðurlendskum samstarvi.

Ein onnur broyting er, at sitandi landsstýriskvinna í heilsu- og granskingarmálum, Doris Jakobsen Jensen eisini skal umsita sosial- og løgmál, nú Anthon Frederiksen er farin frá.

Grønlendska landsstýrið hevði bara eina atkvøðu í meirluta í landstinginum, áðrenn Partii Nalerac fór úr samgonguni. Nú manglar Kim Kielsen, landsstýrisformaður tríggjar atkvøður fyri aftur at fáa meirluta í landstinginum.

Thomas Munk Veirum frá grønlendska kringvarpinum sigur, at innleiðandi tingingar við andstøðuna longu eru farnar í gongd, men at fortíðar samstarv millum stóru andstøðuflokkarnar og Kim Kielsen og Siumut kunnu gerast ein avbjóðing.

Landstingið í Grønlandi kemur saman aftur 28. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497