- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løkke hevði 1,6 milliard við til grønlendingar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/statsministeriet.jpg?itok=UUrma488)
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður, skrivaðu fyri løtu síðani undir samstarvsavtalu um umstríddu flogvallarverkætlanina, sum í gjár kostaði samgonguni í Grønlandi meirlutan í landstinginum.
Danmark fíggjar altjóða flogvøllin
Peningurin skal brúkast til ein altjóða flogvøll í Nuuk og ein flogvøll í Illulisat, og danski staturin fær við avtaluni sindur meira enn triðingin í ogarluti.
Í Keypmannahavn hevur ætlanin elvt til stúran, tí eitt statsligt kinesiskt felag varð undangóðkent til at bjóða uppá arbeiðið, og í tí sambandinum hevur spurningurin um trygdarviðurskifti verður á skránni í donsku stjórnini. Danska stjórnin vildi ikki hava, at Kina so ella so slapp fram at ognarskapinum til grønlendskar floghavnir.
- Vit avtaluni tryggja vit, at ognarskapurin til týðandi grønlendska infrakervið verður verðandi á grønlendskum og donskum hondum, segði Lars Løkke Rasmussen millum annað á tíðindifundi í Nuuk í gjár.
Stjórnarkreppa í Grønlandi
Avtalan hevur elvt til stjórnarkreppu í Grønlandi. Meðan landsstýrisformaðurin og forsætisráðharrin skrivaðu undir hana, var mótmælistiltak uttan fyri, sum flokkurin Partii Nalraq skipaði fyri. 70 fólk vóru við í mótmælistiltakinum.
Partii Nalraq rýmdi úr landsstýrinum í gjár sum mótmæli móti avtaluni við danir.
Boðskapurin hjá teimum mótmælandi snúði seg um kolonistýri, og at Kim Kielsen er einaræðisharri.
Avtalan skal nú samtykkjast bæði í landstinginum og í fólkatinginum.