- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttan til Landssjúkrahúsið
Eykajáttan til Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsið eigur at fáa eina eykajáttan á 17 milliónir krónir. Tað skjóta Miðflokkurin og Sambandsflokkurin upp.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/landssjukrahusid_4.jpg?itok=7MgTBNNS)
11.09.2018 - 07:21
Sambandsflokkurin og Miðflokkurin mæla til at lata Landssjúkrahúsinum 17 milliónir til raksturin í ár.
Flokkarnir siga, at við tí slepst undan at útseta viðgerðir til næsta ár, tí pengar eru ikki í ár.
Teir siga, at sambært landsstýriskvinnuni í heilsumálum hevur Landssjúkrahúsið brúk fyri 17 milliónum krónum afturat í ár, skal raksturin ikki tálmast og viðgerðir bæði her og uttanlands útsetast.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV