Ein fimtipartur av íslendskum lesandi nýta rúsevni

Ein fimtipartur av íslendskum lesandi nýta rúsevni
Ein nýggj kanning vísir, at umleið 20 prosent av lesandi á lærdu háskúlunum í Íslandi hava brúkt stimbrandi evni.
 
10.09.2018 - 16:12

Umleið 20 prosent av lesandi á lærdu háskúlunum í Íslandi brúka stimbrandi evni, sum tey fáa hendur á uttan at hava ávísing. 

Tað vísir nýggj kanning hjá Janu Rós Reynisdóttir í íslendska heilsuráðnum. 

Flestu lesandi nýta hesi evni fyri at kunna hugsavna seg betri og duga betri.

Jana Rós Reynisdóttir er stúrin um úrslitið. Hon sigur, at alt ov nógv lesandi eru bundin av stimbrandi evnum, og tey fáa tað frá onkrum, sum hevur havt læknaávísing. 

Nýggj kunngerð frá íslendska heilsumálaráðnum kom í gildi 1. september, og sambært henni skulu nú allar ávísingar vera elektroniskar. Hetta skal millum annað forða fyri, at ávísingar verða falsaðar, skrivar íslendska Morgunblaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949