- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støðan í útnorði umrødd á trípartafundi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/poul.jpg?itok=qH0mscb8)
Toppfundur í Útnorðri. Teir tríggir uttanríkisráðharrarnir Guðlaugur Thór Thórðarson, Vivian Motzfeldt og Poul Michelsen umrøddu støðuna í Útnorðri og kunnaðu hvønn annan um ætlanir og raðfestingar á uttanríkispolitiska økinum. Hetta stendur skrivað á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.
Millum evnini á skrá vóru Brexit og møguleikar fyri øktum samstarvi á fleiri økjum. Í sambandi við, at Útnorðurráðið hevði ársfund í Løgtinginum í gjár, tóku uttanríkisráðharrarnir eisini lut í orðaskiftinum, tá evnið geopolitikkur var á skrá.
Útnorðurráðið viðgjørdi saman við uttanríkisráðharrunum millum annað hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar og økti spenningurin millum eystur og vestur kann fáa á Útnorður. “Tað er ein sannroynd, at heimurin hyggur norðureftir. Tí er tað meira umráðandi enn nakrantíð at grannalondini í Útnorðri samstarva breitt og regluliga kunna hvønn annan. Tað er besti máti at tryggja, at Útnorður sum heild – og londini hvørt í sínum lagi – er ført fyri at møta teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman og ikki minst teimum møguleikum, sum fara at stinga seg upp,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.