- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera einki við kommunurnar, sum goyma pengar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tinganes_1.png?itok=t7ADlId8)
Á Vaglinum í Havn vil borgarstjórin Annika Olsen fáa heimild at seta pengar til síðis. Hon vil sleppa at seta avlopspengar í ein íløgugrunn.
- Vit vilja hava eina lógarheimild, har kommunurnar kunnu leggja pengar til síðis, um so er, at kommunan hevur tað rásarúmið. Tá kunnu kommunurnar spjaða íløgurnar yvir tíð, sum kann virka konjunkturjavnandi. Tann møguleikan hava vit so ikki í dag, sigur Annika Olsen.
Kommunurnar eru álagdar at brúka sínar skattainntøkur í sama kalendaraárið. Tað vil siga, at kommunurnar hava ikki lógarheimild at seta pengar til síðis.
Grundgevingin er, at kommunur skulu ikki krevja fleiri pengar frá fólki enn neyðugt.
Áheitanin er á veg
Gunvør Balle er varaborgarstjóri í Havn.
Hon sigur, at býráðið fer skjótt at heita á landsstýrið um at broyta lógina.
- Nei, vit standa ikki við einari ítøkiliari áheitan. Vit skulu kanna, um býráðið í Havn skal gera tað sjálvt, ella um Kommunufelagið skal við. Men vit halda, at tað er neyðugt, tí tað tænir øllum, sigur hon.
Sleppa at goyma pengarnar
Og tann áheitanin passar landsstýriskvinnuni Kristinu Háfoss fínt.
Hon hevur einki ímóti, at kommunurnar fáa heimild at seta pengar til síðis, tí tað sleppa tær í grundini eisini nú.
- Í praksis hevur tað verið so, at kommunurnar kunnu seta ávísar upphæddir til síðis. Lógarteksturin treingir til at vera dagførdur, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.
- Verandi lóg leggur upp til, at kommunurnar kunnu als ikki seta nakað til síðis. Tað hevði verið skilagott, um kommunurnar fingu høvi at føra ein meira konjunkturjavnandi politikk.
Vil tað siga, at tit í Fíggjarmálaráðnum fara ikki eftir teimum kommununum, sum seta pengar til síðis, sjálvt um lógin ikki heimilar tí?
- Eg havi spurt meg fyri í fyrisitingini, hvussu tað hevur verið søguliga, og sum eg skilji á lagnum, so hevur Fíggjarmálaráðið ongantíð verið eftir nøkrum kommunum, sum hava havt avlop og hava lagt avlopið til síðis, sigur hon.
Kunnu eisini rinda skuld niður
Ikki tí, landsstýriskvinnan minnir eisini kommunurnar á, at tað eru eisini aðrir møguleikar.
- Nógvar kommunur hava skuld, so kommunurnar eru ikki noyddar at brúka pengarnar. Kommunurnar kunnu eisini bara minka skuldina í góðum tíðum, og so økt skuldina aftur, tá tíðirnar verða verri, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.