ST vil verja heimshøvini

ST vil verja heimshøvini
Hóast víða havið er nærum helvtin av økinum í heiminum, so eru ongar reglur, sum stýra tí, ið fyriferst í havinum. Tað vil ST nú broyta.
 
05.09.2018 - 13:05

ST tekur nú fyrsta stigið til tess at verja heimshøvini, tí hóast víða havið er nærum helvtin av økinum í heiminum, so eru ongar reglur, sum stýra tí, ið fyriferst í havinum.

Í gjár byrjaði orðaskifti millum limalondini í ST, hvussu best er at seta reglur fyri nýtslu av havinum.

AFP skrivar, at orðaskiftið skal vara tvey tey næstu árini, og so skal ein samtykt gerast um at verja heimshøvini.

Orðaskiftið fer fyrst og fremst at snúgva seg um økini, sum londini ikki hava valdið á, tað er uttan fyri 200 fjórðingar.

Og orðaskiftið skal enda við, at ein semja verður gjørd um, hvussu høvini skulu røkjast.

Tað eru serliga trároyndin eftir mineralum í havbotninum og ólógligi fiskiskapurin, sum ST fer at gera nógv burturúr. 

Og væntandi fer ST at royna at fáa londini at friða ávís øki í høvunum kring heimin. 

Og miðað verður eftir, at alt sum í framtíðini verður funnið ella vunnið úr heimshøvunum, skal koma øllum londum til góðar.

Serfrøðingar rokna kortini við, at fleiri av stóru fiskivinnutjóðunum fara at vera ímóti samyktum, teirra millum verða Ísland, Noreg og Japan nevnd.

Stovnurin, Global Fishing Watch, upplýsir, at tað bara eru fimm lond, sum fiska 85 prosent av fiskinum, sum verður veiddur á víðum havi, uttan fyri vanligu fiskimørkini, og tey eru: Kina, Spania, Taiwan, Japan og Suðurkorea.

Heldur ikki USA ella Russland siga seg kunna taka undir við, at avmarkingar verða settar fyri tí, sum er í havinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990