- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meirilutin leggur trýst á borgarstjóran á Tvøroyri
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kristin_0.jpg?itok=GjspS-b2)
Tað skriva tey fýra umboðini fyri Javnaðarflokkin í býráðnum á Tvøroyri: Súsanna Bertholdsen, Bogi Johannesen, Bjarni Hammer og Kristina Kambsskarð Sørensen á síni facebooksíðu.
Sambært teimum fýra røkir borgarstjórin ikki sínar skyldur, sum hann skal sambært kommunusústyrislógini.
- Listin av samtyktum, sum ikki blíva framdar verður longri og longri, og tað vilja vit ikki góðtaka skriva tey. Tey seta spurnartekin við, um Kristin Mikkelsen megnar at røkja tvey fulltíðarstørvstørv, nú hann røkir ein løgtingsess eisini. Tað er býráðið, sum ger av, um borgarstjórin kann sita í løgtinginum.
Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommununalu fyrisitingini og hevur ábyrgdina av, at allar býráðssamtyktir verða avgreiddar; ikki vanligi býráðspolitikkarin skriva tey fýra, sum altso hava meirilutani Tvøroyrar býráð.