- Tíðindi, mentan og ítróttur
Macron til Danmarkar
Franski forsetin hevur áður sagt, at hann heldur Danmark vera fyrimynd á fleiri økjum, serliga er hann hugtikin av sonevndu "flexicurity"-skipanini, har arbeiðsmarknaðurin er meira smidligur enn í Fraklandi.
Men stóra verkætlanin hjá franska forsetanum er at endurnýggja evropeiska samstarvið, og har er ikki semja millum Frakland og Danmark.
Eitt nú hevur franski forsetin talað fyri, at ES kann virka á tveimum sporum, har lond, sum vilja hava tættari evropeiskt samstarv, kunnu gera tað uttan at hava tey londini, sum eru ímóti, við. Tað hóvar ikki donsku stjórnini. Og so hevur danski fíggjarmálaráðharrin, Kristian Jensen, saman við sjey evropeiskum samstarvsfeløgum fílst á ætlanirnar hjá franska forsetanum um at nýskipa evru-samstarvsøkið.
Frakland og Danmark draga heldur ikki somu línu trygdarpolitiskt. Frakland vil hava, at ES ikki skal vera so bundið at USA og vil hava felags evropeiska fíggjarætlan til verju og trygd. Danmark valdi til dømis at halda seg uttan fyri saman við bara tveimum øðrum ES-londum, Malta og Bretlandi, tá 25 ES-lond í fjør gjørdu sonevndu Pesco-avtaluna um tættari hernaðarligt samstarv.
Heldur ikki er semja um flóttafólkapolitikkin. Frakland vil hava størri evropeiskt samstarv um at býta flóttafólk millum sín, men í Danmark er politiski hugurin sum heild størri fyri egnum landamarki.
Danmarks Radio endurgevur eitt úttalilsi frá forsetaborgini í París:
- Rasmussen, forsætisráðharri, roynir at halda eina pro-evropeiska kós, hóast tað summar tíðir er torført við almennu opiniónini, sum er í Danmark.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1982, at ein franskur forseti kemur til Danmarkar.