- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skipara- og navigatørfelagið kærir fiskiloyvi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/anfinnur_0.jpg?itok=Ht3mwxV2)
Kært verður, tí Vørn hevur skrivað út loyvi til trolarar á landleiðini. Tað eru trolbátarnir, sum eru í bólki 4T.
Eingin sáttmáli er galdandi fyri hendan bólkin, sigur Skipara- og navigatørfelagið.
Felagið vísir á, at í lógini stendur, at áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.
Tað er tí lógarbrot at geva bátum í bólki 4T loyvi at fiska, sigur Skipara- og navigatørfelagið.
Felagið sigur, at loyvini í bólki 4T eiga at verða tikin aftur, tí tey eru latin av órøttum.
Vørn viðgerð kæruna, men hevur onga viðmerking í løtuni, sigur Johan Simonsen frá Vørn.