- Tíðindi, mentan og ítróttur
Læknaváttan skal verða ókeypis fyri eldru koyrarar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/koyrikort_0.jpg?itok=NH8s76UP)
Tað sigur Sjálvstýri, sum í gjár legði fram uppskot um at broyta lógina um almenna heilsutrygd.
Fólk skulu endurnýggja koyrikortið fyri aldur, tá tey eru vorðin 75 ár.
Læknakanning er í tí sambandinum kravd. Slík læknakanning kostar 300 ella 400 krónur, sum fólk gjalda úr egnum lumma. Men hon eigur at verða ókeypis, sigur Sjálvstýri.
Sjálvstýri sigur, at frá 1. juli í 2017 til 30.juni í ár endurnýggjaðu 915 fólk koyrikortið fyri aldur. Tey elstu, tveir menn, vóru 95 ár.
24 fólk, sum vóru 90 ár ella eldri, endurnýggjaðu koyrikortið hetta árið.
Sjálvstýrið roknar tó við, at 700 koyrikort verða endurnýggjað um árið í framtíðini. Flokkurin sigur, at læknaváttanir kosta í miðal 350 krónur, so kostnaðurin av lógarbroytingini verður 245.000 krónur.