- Tíðindi, mentan og ítróttur
Advokatur hjá Trump játtað seg sekan
Donald Trump, forseti, gav sum valevni boð um, at persónligi advokaturin hjá sær skuldi bróta lógina stutt fyri forsetavalið í 2016.
Tað segði Michael Cohen í rættinum í New York í gjárkvøldið. Cohen var til fyri stuttum persónligur advokatur hjá Trump - eitt starv, sum hann røkti í meira enn eitt áratíggju.
The New York Times skrivar, at Michael Cohen játtaði seg sekan í fleiri lógarbrotum. Hann segði, at Donald Trump fáar vikur fyri forsetavalið í 2016 gav sær boð um - loyniliga - at rinda stórar upphæddir til tvær kvinnur, sum søgdu seg hava havt kynsligt samband við Trump. Afturfyri skuldu kvinnurnar tiga um sambandið við Trump.
Avdokaturin skuldi eisini fjala pengaslóðina við tí beinleiðis endamáli at verja valevnið og ávirka forsetavalið.
- Um tað er rætt, so kann Donald Trump í prinsippinum skuldsetast fyri at hava brotið lógina um valstríðspening, sigur Steffen Kretz, sum er USA-korrespondentur við Danmarks Radio.
Men ein skuldseting liggur neyvan í kortunum, tí ákærumyndugleikin kann ikki skuldseta ein sitandi forseta. Tað kann bara ein meirluti í Umboðsmannatinginum, og har hevur flokkurin hjá Donald Trump, republikanararnir, í løtuni meirluta.
Stutt eftir at Michael Cohen hevði játtað seg sekan, varð fyrrverandi leiðarin fyri valstríðið hjá Donald Trump, Paul Manafort, dømdur sekur í fíggjarsviki.