Fyribyrging av nátasjúku

Fyribyrging av nátasjúku
Nú byrjar nátatíðin, og tí minnur Heilsufrøðiliga Starvsstovann aftur á fyribyrging av nátasjúku.
 
21.08.2018 - 09:31

Eitt nú er týdningarmikið, at tú ikki tekur nátar, sum síggja sjúkir, rak og ússaligir út.

Tað er umráðandi, at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæðir, sum eru brúkt, væl, tá ið veiðan er av, eins og tað er av týdningi at vaska hendur væl undir og aftaná veiðuna, og áðrenn tað verður etið ella ein festir sær í. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni. 

Nátin skal helst skáldast. Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt o.a frá nátaveiðuni skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF ella KOB. Náti, ið er íligin, tað vil siga saltaður, smittar ikki.

Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og febri áleið 39º C, turrur hosti og høvuðpína. Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at man nóg illa kennir seg sjúkan. Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna.

Viðvíkjandi sølu av náta, mælir Heilsufrøðiliga starvstovan til, at teir skulu teir verða skáldaðir ella royttir og ílignir. Teir kunnu eisini vera skrædlaðir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949