- Tíðindi, mentan og ítróttur
Katólska kirkjan má viðganga syndir sínar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/frans.jpg?itok=ueKz9oLq)
Tey, sum eru misbrúkt kynsliga í katólsku kirkjuni, eru ignorerað og fjald.
Frans Pávi vil, at katólska kirkjan viðgongur sínar syndir og brýtur niður ta herviligu mentan, sum hevur verið.
- Vit vístu ikki børnunum umsorgan. Vit fóru frá teimum, skrivar pávin í brævi, sum hann hevur sent katolikkum.
Hann sigur, at katólska kirkjan fer at gera alt fyri at forða kynsligum ágangi, og at kynsligur ágangur verður hildin loyniligur.
- Katólska kirkjan má viðganga sínar syndir og síni mistøk, skrivar hann.
Tey flestu av málunum, sum eru reist í USA um seksuelt misbrúk í katólsku kirkjuni, eru gomul.
Men katólska kirkjan hevur ikki skilt stóru avleiðingarnar, sum standast av kynsligum ágangi.
Og tað eigur katólska kirkan at gera nakað við, sigur Frans Pávi í brævinum.