Bilur rent á fólk við bretska parlamentið

Bilur rent á fólk við bretska parlamentið
Ein maður hevur í morgun rent á við bili sínum uttanfyri bretska parlamentið í London. Tað skrivar BBC í dag.
Løgreglan er til staðar við Westminister, eftir at ein bilur hevur rent á.
Mynd: BBC.com  
 
14.08.2018 - 09:10

Áðrenn bilurin rendi á verjugarðin, rendi hann á fólk, ið vórðu til gongu.

Fleiri komu til skaða, men enn er ikki staðfest hvussu mong.

Fyribils verður heldur ikki mett, at nakar er í lívsvanda.

Eygnavitni siga, at tað sá út sum, at maðurin rendi á fólkini við vilja og síðani á verjuna uttanfyri parlamentið, men løgreglan í London hevur ikki viljað váttað nøkur tíðindi enn.

westminister1.jpg

Caption: 
Mynd: BBC.com
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155