- Tíðindi, mentan og ítróttur
Turkaland svarar aftur
Turkiska uttanríkisráðið upplýsir, at tað fer at skaða sambandið millum londini bæði, um Donald Trump, forseti, ger álvara av sínum hóttanum um at tvífalda tollsatsin á stáli og almunium úr Turkalandi. Og um hóttanin verður veruleiki, fer Turkaland at gera tað sama.
- USA átti at vitað, at tað einasta, sum kemur burtur úr slíkum revsitiltøkum er eitt veikari samband við okkum, skrivar turkiska uttanríkisráðið sambært tíðindastovuni AFP.
Uttanríkisráðið leggur aftrat, at slík átøk móti Turkalandi fáa aftursvar. Og eisini sigur uttanríkisráðið, at revistiltøkini hjá USA eru ímóti reglunum hjá WTO.
Tað var fríggjadagin, at Donald Trump, forseti, skrivaði á Twitter, at hann hevur givið sínum fíggjarmálaráðharra boð um at tvífalda tollsatsirnnar á stáli og aluminium frá Turkalandi.
- Aluminium verður nú 20 prosent og stál 50 prosent. Okkara samband við Turkaland er ikki so gott í løtuni, skrivaði forsetin.