- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harðligar mótmælisgongur í Rumenia
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/motmaelisgonga_bukarest.jpg?itok=MUV8G64q)
Eitt øgiligt rok var í rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest, í gjárskvøldið. Tíggjutúsundtals fólk gingu mótmælisgongu móti sosialdemokratisku stjórnini í Rumenia. Tað skrivar DR.
Framman fyri stjórnarbygninginum, mitt í býnum, royndu fleiri fólk at treingja seg framvið trygdarforðingunum, ið vórðu settar upp. Og fleiri kastaðu við fløskum og steinum móti politinum.
Sambært Reuters hevur politiið í Bukarest brúkt vatnkanónir til at steðga harðligum mótmælisfólki.
Umleið 400 fólk eru særd og fáa læknahjálp. Tað upplýsir rumenska tilbúgvingarleiðslan.
Tey, sum stóðu aftan fyri mótmælisgongina í gjár, eru fólk, sum finnast at stjórnini, og sum tí hava búsett seg uttanlands.
Sambært felagskapinum Transparacy International er Rumenia eitt av mest korruptu londunum í ES. Men sambært mótmælisfólkunum ger sosialdemokratiska stjórnin, sum hevur sitið síðani 2016, ikki nóg nógv fyri at basa korruptiónini í landinum.
How #Bucharest looks now with tens of thousands (the press says even 80.000+) protesting against the Government. #Romania pic.twitter.com/ZarcWF1Zpy
— Razvan-Victor Sassu (@RazvanSassu) August 10, 2018