Fáa svar mánadagin

bannari
Fáa svar mánadagin
Mánadagin fáa tey, sum hava søkt um menningarkvotur, svar. Tað upplýsir fiskimálaráðið fyri Kringvarpinum.
 
11.08.2018 - 15:41

Mánadagin fáa tey, sum hava søkt um menningarkvotur, svar. Tað upplýsir fiskimálaráðið fyri Kringvarpinum. Vinnan og politikarar hava ótolnast, men nú eru boðini tey, at menningarkvoturnar verða avgreiddar mánadagin tann 13. august. 

Kunngerðin um menningarkvotu kom í gildi tann 10. mai í ár. Hesa ferð verður bara uppisjóvarfiskur latin í menningarkvotu. Talan er um smá 41.000 tons av svartkjafti, 8.700 tons av makreli og 7.500 tons av norðhavssild. Samanlagt stív 58.000 tons av uppsjóvarfiski ella 8,5 prosent av føroysku kvotunum í ár. Menningarkvota kann latast fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár, og er hetta fyrstu ferð, at menningarkvotur skulu latast. 

Freistin at søkja um menningarkvotur var tann 28. mai í ár, og tá samanum kom vóru 38 umsóknir komnar inn.  

Sambært lógini um sjófeingi kann menningarkvota latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali.

Ein metingarnevnd varð sett, sum síðani skuldi viðgera og gera tilmæli út frá teimum 38 umsóknunum um menningarkvotur, 

Metingarnevndin, sum hevur viðgjørt og gjørt tilmæli út frá teimum 38 umsóknunum, sum komnar eru ymsastaðni úr landinum, handaði Høgna Hoydal tilmæli tann 18. juli, og ætlanin var, at menningarkvoturnar skuldu verða avgreiddar áðrenn ólavsøku. Men so varð ikki. 

Í metingarnevndini sótu Gestur Hovgaard, Guðrið Andorsdóttir og Arnbjørn Egholm. Harafturat vóru trý varafólk sett. Tey eru Ásmundur Guðjónsson, Bartal Dulavík og Rúna Hjelm.

Tvær ferðir seinastu tveir mánaðarnar hevur Høgni Hoydal útsett afturlatnu uppboðssøluna av makreli og sild, tí at menningarkvotur skuldu latast, áðrenn uppboðssølurnar skulu avgreiðast. Seinast var í gjár, tá uppboðssølurnar vórðu útsettar eina viku, tað vil siga til 21. og 23. august.

Eftir øllum at døma verða uppboðssølurnar neyvan útsettar eina ferð afturat, tí nú upplýsir fiskimálaráðið fyri Kringvarpinum, at svar viðvíkjandi útlutan av menningarkvotunm er klárt og verður kunngjørt mánadagin tann 13. august. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497