- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plastposar bannaðir í Nýsælandi
Plastposar bannaðir í Nýsælandi
Nýsæland er í dag vorðið enn eitt av londunum, sum bannar plastposum.
10.08.2018 - 09:46
Jacinda Ardern, forsætisráðharri, upplýsti á einum tíðindafundi í dag, at posarnir skulu so líðandi heilt burtur hetta næsta árið.
Hon kallar tað eitt týdningarmikið stig til tess at minka um dálking.
Sambært forsætisráðharranum brúka nýsælendarar hundraðtals av milliónir av einnýtis-plastposum, haðani nógv órógva lívið í havinum.
- Vit gevast at nýta plastposar, so vit betri kunnu ansa eftir okkara umhvørvi og tryggja reina, grøna ummæli hjá Nýsælandi, leggur hon afturat.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV