Plastdálking ein stór hóttan móti havumhvørvinum

Plastdálking ein stór hóttan móti havumhvørvinum
Bjørt Samuelsen hevur sett landsstýriskvinnuni í náttúruverndarmálum fyrispurningar viðvíkjandi plastdálking, og hvussu ætlanin er at avmarka hesum
 
10.08.2018 - 10:36

Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hevur sett landsstýriskvinnuni í náttúruverndarmálum - partakvinnuni Sirið Stenberg, fyrispurning, har hon spyr, hvørji átøk landsstýriskvinnan ætlar at seta í verk fyri at avmarka og steðga plastdálkingini av sjóøkinum?

Seinastu dagarnar hevur nógv verið at hoyrt um, hvussu undirsjóvartunlar og havnaútbyggingar dálka við plasti frá spreingileidningum.

Bjørt Samuelsen spyr tí eisini landsstýriskvinnuna, um tillagingar/broytingar eru gjørdar í umhvørvisgóðkenningunum í sambandi við undirsjóvartunlar, havnaútbyggingar og aðrar útbyggingar soleiðis, at dálkingin við
plastleidningum verður avmarkað so nógv, sum á nakran hátt er gjørligt.

Bjørt Samuelsen sigur, plastdálking er ein stór hóttan móti havumhvørvinum, og ein vaksandi avbjóðing, eisini her hjá okkum. Plastið er til ampa fyri og kann skaða havsins djór og fuglar.

Men plastið verður eisini spakuliga niðurbrotið til mikroplast og kann soleiðis dálka alla føðiketuna, og harvið tað tilfeingið, sum er dyggur partur av livigrundarlagi okkara.

Mett verður, at á leið 8 milliónir tons av plasti verður blakað í heimshøvini árliga, og mongdin er vaksandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497