Forkvinna keypt partabrøv í bankanum

Forkvinna keypt partabrøv í bankanum
Stine Bosse, sum er forkvinna í nevndini hjá BankNordik, hevur keypt 1750 partabrøv í bankanum.
Stine Bosse er forkvinna í nevndini í BankNordik.
 
09.08.2018 - 13:41

Forkvinnan í nevndini í Bank Nordik, Stine Bosse, hevur keypt 1750 partabørv í bankanum. 

Kursurin er 113,50 krónur, boðaði bankin Fíggjareftirlitinum frá í gjár. Keypt eru tí partabrøv fyri slakar 200.000 krónur.

Fyritøkur, sum eru skrásettar í keypsskálum, hava skyldu til at boða frá og almannakunngera, tá fólk í leiðslu bankans ella fólk, sum standa teimum nær, handla partabrøv í fyritøkuni.

Fyrra hálvárið hjá BankNordik samtakinum hilnaðist so væl, at samtakið væntar nú, at úrslitið í ár verður 15 milliónir krónur betri enn mett varð, tá árið byrjaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946