- Tíðindi, mentan og ítróttur
Afturval í Norðurlandaráðið
Afturval í Norðurlandaráðið
Løgtingið valdi sínar limir í Norðurlandaráðið í gjárkvøldið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ptp.png?itok=6wlc7Zcm)
Pauli Trond Petersen, løgtingsmaður.
03.08.2018 - 12:49
Sjálvstýri var í valbólki saman við samgonguflokkunum, tá løgtingið í gjárkvøldið valdi tveir limir í Norðurlandaráðið.
Pauli Trond Petersen í Tjóðveldi varð valdur, og Ruth Vang í Framsókn er varalimur hjá honum.
Andstøðan, við Sjálvstýri sum undantaki, valdi Jenis av Rana úr Miðflokkinum í Norðurlandaráðið. Bill Justinussen, eisini úr Miðflokkinum, er varalimur hjá honum.
Talan er í øllum fýra førum um afturval.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV