- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veljarakanning: Sjúrður missir sessin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sjurdur_4.jpg?itok=rbZD_Xp1)
Sambært kanningini, sum fólkatingsmaður, Magni Arge hevur sent miðlunum, hevði Sambandsflokkurin verið størsti flokkur við 27,7 prosentum og Tjóðveldi næststørsti flokkur við 23,1 prosentum, um fólkatingsval var í dag. Javnaðarflokkurin hevði fingið 21,4 prosent og Fólkaflokkurin 18,5 prosent. Størstu framgongdina hevur Sambandsflokkurin, sum gongur 4,2 prosentstig fram í kanningini.
Toppskorari men einki gull
Gallup hevur eisini spurt, hvønn persón fólk høvdu valt, var fólkatingsval nú. Toppskorari er Sjúrður Skaale við 17 prosentum. Men í og við at Javnaðarflokkurin gerst ov stuttur, røkkur toppskoraraheiðurin ikki til ein fólkatingsess. Næstur honum kemur Magni Arge við 11 prosentum. Síðan koma Høgni Hoydal og Edmund Joensen við 9 prosentum hvør og Kaj Leo Johannesen við 8 prosentum. Aksel Johannesen fær 3 prosent.
Gallup hevur gjørt kanningina fyri Tjóðveldi á fólkatingi.