- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlar at skerja partarnar á arbeiðsmaknaðinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20150512_ut_vid_borgarstjorum_11.jpg?itok=eWLbs9vQ)
Landsstýrið ætlar nú at gera verkfalsamboðið hjá fakfeløgum og verkbansamboðið hjá arbeiðsgevarum veikari.
Løgmaður hevur biðið Samferðslumálaráðið, sum varðar av arbeiðsmarknaðinum, kanna, hvussu sleppast kann undan, at arbeiðssteðgir seta lív og stór samfelagsvirði í váða, sum sagt verður í frágreiðing løgmans á ólavsøku.
Ein lóg skal púra greitt siga, hvussu berast skal at í verkfalsstøðu, har lív ella stór samfelagsvirði eru í váða.
Millum annað verður kannað, hvussu grannalondini hjá okkum gera í slíkum førum.
Feløgini fara at standa saman
Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sigur, at hetta fara tey seks feløgini í Fakfelagssamstarvnum at tosa um.
Tað verður ikki soleiðis, at eitt og eitt felag kemur við eini yvirlýsing um ætlanina hjá landsstýrinum.
Óluva í Gong sigur eisini, at endamálið við verkfalli er ongantíð at seta lív og stór samfelagsvirði í váða.
Í Fakfelagssamstarvinum eru Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Havnar arbeiðskvinnufelag, Akademikarafelagið og Starvsmannafelagið.
Fakfeløg, sum hava limir á strandfaraskipunum, og Fíggjarmálaráðið hava bundið seg til at hava skipini siglandi í minst 21 dagar, tá arbeiðssteðgur er, tó við skerdari ferðaætlan uttan til útoyggjarnar Svínoy, Fugloy og Skúvoy.