- Tíðindi, mentan og ítróttur
IS tekur ábyrgd av drápi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tadsjikistan.png?itok=pGEsE9rW)
Islamiski staturin boðar í dag frá, at tað er hann, ið stendur aftan fyri drápini á tey fýra ferðafólkini í Tadsjikistan sunnudagin. Hetta skrivar BBC.
Sunnudagin koyrdi ein bilur á fýra ferðafólk á súkklu, og síðani vórðu súkklararnir álopnir við knívum. Tey fýra fólkini, sum lótu lív, vóru úr USA, Sveis og Hollandi. Og umframt tey fýra fólkini, vórðu trý fólk særd av kníválopinum.
Hetta er fyrstu ferð, at Islamiski staturin tekur ábyrgd av álopi í Tadsjikistan. Tó eru eingi prógv fyri, at tað er Islamiski staturin, ið hevur framt álopini.
- Vit kanna allar møguleikar: Vanlukku, rán og yvirgang. Sigur Ramazon Rak-him-zoda, sum er innlendismálaráðharri í landinum.
Av teimum mistonktu, hevur løgreglan handtikið fýra, og tveir eru dripnir í bardaga við løgregluna.
Landið hevur í fleiri umførum havt trupulleikar av víðgongdum islamistiskum bólkum. Millum annað eru fleiri túsund íbúgvar í landinum farin upp í Islamiska statin í Sýria og Irak. Og fleiri íbúgvar eru eisini handtikin í samband við álop ella ætlað álop í Russlandi, Svøríki og USA.
Støddin á Tadsjikistan er sum støddin á Grikkalandi, og har búgva umleið 8,7 milliónir fólk. Landið bleiv sjálvstøðugt, eftir at Sovjetsamveldið fall.
Landið hevur harumframt landamark til Afganistan og Kina.