- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið loftar uppskoti hjá uttanflokskvinnu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sonja_8.jpg?itok=60wegwmR)
Landsstýrið hevur loftað einum uppskoti hjá Sonju Jógvansdóttur, løgtingskvinnu, og sett tað í løglistan fyri nýbyrjaðu tingsetuna.
Samferðlsumálaráðið hevur eitt uppskot um lóg, sum skal banna mismuni og tryggja javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum.
Sama uppskot, sum Sonja Jógvansdóttir legði fram 17. oktober í fjør, fall, tá triðja viðgerð var í løgtinginum 24. apríl í ár.
Samtykt og fall
Uppskotið varð annars samtykt eina viku frammanundan, tá onnur viðgerð var í tinginum.
Rættarnevndin tók eisini undir við uppskotinum, millum annað umboðið hjá Framsókn. Men Framsókn hálsaði um og atkvøddi ikki fyri, tá triðja viðgerð var.
Framsókn var ikki við í avtaluni, sum Sonja Jógvansdóttir gjørdi við samgonguna, segði Ruth Vang, løgtngskvinna hjá Framsókn, tá.
Nú er málið millum teirra, sum landsstýrið ætlar at leggja fram.