- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boðað er frá seks aðalorðaskiiftum í tingsetuni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/logtingid_0.png?itok=dqTZddpo)
Boðað er frá seks aðalorðaskiftum í løgtingssetuni, sum byrjaði í gjár.
Mentamálaráðið boðar frá aðalorðaskifti um fólkaskúlan, Innlendismálaráðið ætlar at hava aðalorðaskifti um orkupolitikkin, Vinnumálaráðið vil vita, hvat løgtingsfólk halda um eigarapolitikkin hjá landinum, Fiskimálaráðið vil hava aðalorðaskifti um landbúnað og um tilbúgving.
Sambært lógini um sjófeingi skal landsstýrisfólkið í fiskivinnumálum leggja fram frágreiðing um, hvussu lógin um sjófeingi verður fyrisitin, um rættindini at fiska uttan fyri Føroyar og hvørjar ætlanir eru. Tað skal gerast fyri 1.oktober.
Hendan frágreiðing verður latin løgtinginum fyri 1.oktober í ár, og tingið skal hava aðalorðaskifti um hana.