U20 taptu hálvfinaluna

U20 taptu hálvfinaluna
Tað eydnaðist ikki føroyska U20-landsliðnum at røkka finaluni í EM-kappingini fyri tey næstbestu.
Føroyingar taptu móti Makedonsku favorittunum
Mynd: U20 EHF Championship  
 
29.07.2018 - 10:17

Føroyar spældu í gjár hálvfinalu móti Makedonia, sum hevði heimavøll og tí eisini nógvar stuðlar. 

Makedonia var favorittur at vinna, men góvu føroyingarnir liðnum ein skarpan gang. Fyrri hálvleikur var sera javnur, og hálvleiksstøðan var 13-12 til Makedonia. 

Hóast makedonar løgdu seg framum við fimm málum í seinna hálvleiki, so komu føroyingarnir aftur í aftur. 

Makedonar vóru frammanfyri við einum máli í síðsta minuttinum av dystinum, men tá 12 sekund vóru eftir skoraðu føroyingar og tryggjaðu javnleik og harvið brotskastskapping.

Í brotskastskappingini gjørdust føroyingarnir ov stuttir og máttu lúta fyri favorittunum. 

- Eg eri stoltur av mínum dreingjum. Vit vóru aftanfyri við fimm málum og komu aftur og høvdu ræði á dystinum. Men onkuntíð vinnur tú, og onkuntíð tapir tú, segði føroyski U20 landsliðsvenjarin, Marc Lausen-Marcher, við almennu heimasíðuna hjá EM-kappingini. 

Føroyski málmaðurin Hørður Trygvason, sum dagliga spælir við týska Flensburg, varð kosin dagsins leikari.  

Føroyar skulu sostatt spæla um 3. ella 4. plássið í hesari EM-kapping. Tann dysturin verður í dag klokkan hálvgum fimm føroyska tíð, tá Føroyar hitta Sveits.

Dysturin kann stroymast beinleiðis, trýst her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981