- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jarðskjálvti á ferðamannaoyggj kravt lív
Jarðskjálvti á ferðamannaoyggj kravt lív
Ein jarðskjálvti á vælumtóktu, indonesisku ferðafólkaoynni, Lombok, hevur kravt í minsta lagi 12 mannalív. Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lombok.jpg?itok=X74rQbEB)
Jarðskjálvtin oyðilegði fleiri hús á oynni.
Mynd: New York Times
29.07.2018 - 15:38
Jarðskjálvtin, sum varð máldur til 6,4 á Richter-stiganum, byrjaði stutt fyri klokkan 7 sunnumorgunin lokala tíð, tá flestu fólkini lóu og svóvu.
Skjálvtarnir hava oyðilagt fleiri bygningar á oynni, og fleiri fólk eru rýmd úr býnum.
- Fólk savnast á gøtum og bøum fyri at sleppa undan, at lutir frá oyðiløgdum bygningum detta í høvdið á teimum, sigur ein talsmaður hjá tilbúgvingardeildini við Reuters.
Lombok er eitt sera vælumtókt ferðavinnumál har suðri í Indonesia.
Oyggin liggur góðar 100 kilometrar eystanfyri enn meira vælumtóktu ferðamannaoynna, Bali, har skjálvtarnir eisini merktist.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV