Sparikassi minni avlop fyrra hálvár enn í fjør

Sparikassi minni avlop fyrra hálvár enn í fjør
Fíggjareftirlitið kravdi niðurskrivingar hjá Norðoya sparikassa
Høvuðssætið hjá Norðoya sparikassa var ov høgt mett.
 
28.07.2018 - 10:31

Norðoya sparikassi væntar 12 til 15 milliónir kr. í avlopi fyri skatt í 2018.

Í fjør varð væntað, at avlopið bleiv 14 mió. kr.

Úrslitið fyrra hálvárið í ár var fimm milliónir krónur - tað var eftir skatt.

Fyrra hálvár í fjør var úrslitið betri. Tá var tað stívar átta milliónir krónur.

Orsøkin til afturgongdina er, at Sparikassin noyddist at niðurskriva fastognir 3,2 mió. kr. eftir boðum frá Fíggjareftirlitinum. 

Niðurskriving

Millum annað bleiv høvuðssæti Sparikassans í Klaksvík niðurskrivað 2,7 mió. kr.

Harafturat kravdi Fíggjareftirlitið, at Sparikassin skrivaði niður útlán 1,8 mió. kr.

Innlánsavlopið hjá Norðoya sparikassa var 397 mió. kr. 30. juni í ár. 

Norðoya sparikassi hevur seinastu árini merkt stóran áhuga fyri at seta pening í ábyrgdarfæ. Rentan er fimm prosent.

Ábyrgdarfæ

Ábyrgdarfæið var yvir 20 mió. kr. tann 30.juni.

Ábyrgdarpeningur er váðafúsur peningur, sum Innskjótara­grunnurin ikki umfatar. 

Ábyrgdarpeningur kemur eftir alla aðra skuld í Sparikassanum og heftir fyri skyldur Sparikassans.

Ábyrgdarfæið hjá Norðoya sparkikassa vaks 1,7 prosent fyrra hálvárið í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946