Enn eingin menningarkvota latin

Enn eingin menningarkvota latin
Tíggju dagar eru síðani, Fiskimálaráðið fekk tilmælið frá nevndini. Tveir mánaðir, síðani umsóknarfreistin fór
Nógv mest er av svartkjafti í menningarkvotunum.
 
28.07.2018 - 15:57

Menningarkvoturnar gjørdust ólavsøkutrøll.

Tær eru ikki latnar enn, hóast ætlanin var at avgreiða tær fyri ólavsøku.

Nevndin, sum varð sett at gera tilmæli um kvoturnar, gav Fiskimálaráðnum tilmælið sítt fyri tíggju døgum síðani.

Í hesum fyrsta umfarinum verður bara uppsjóvarfiskur latin sum menningarkvota. 

Menningarkvoturnar í ár eru 41.912 tons av svartkjafti, 8.749 tons av makreli og 7.510 tons av norðhavssild.

Menningarkvota kann latast fyri eitt ár, tvey ár, trý ár ella fýra ár. 

Nógvar umsóknir

Sambært lógini um sjófeingi kann menningarkvota latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, ella kunnu tær latast til øki við støðugt minkandi fólkatali.

Gestur Hovgaard, Guðrið Andorsdóttir og Arnbjørn Egholm eru í metingarnevndini, sum viðgjørdi og gjørdi tilmæli út frá teimum 38 umsóknunum, sum komu hesaferð.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, gjørdi av at útseta seinastu afturlatnu uppboðssølurnar av makreli og sild til hálvan august, millum annað tí at menningarkvotur skuldu latast fyrst.

Høgni Hoydal vónar, at fleiri fara at bjóða seg fram á uppboðssølunum, um menningarkvoturnar eru avgreiddar, tá selt verður á uppboði.

Í dag eru júst tveir mánaðir síðani, at freistin at søkja um menningarkvotu fór. Tað var 28.mai. Umsóknirnar eru 38 í tali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946